Pisukvøld, framløga og tónleikur

So er MFS aftur á palli við einum fjølbroyttum tiltaki í Føroyahúsinum. Fríggjadagin 30. septembur skipa vit fyri pisudegi, framløgu og cafékvøldi við tónleiki í Føroyahúsinum.

Vit byrja kl. 18.30 við einum sokallaðum pisudegi, sum er skipað sum eitt kunnandi tiltak fyri øll tey, sum júst eru byrjaði at lesa. Her fara ymisk føroysk feløg í Keypmannahavn at greiða frá virksemi teirra, soleiðis at "russararnir" fáa innlit í, hvørjar møguleikar tey hava at hitta aðrar føroyingar mentunnarliga, ítróttarliga og fakliga. Ráðslimir í MFS verða tøkir at svara spurningum um ymisk praktisk viðurskifti, sum kunnu tykjast trupul fyrstu tíðina á einum nýggjum staði.

Kl. 19.30 fer Sámal Matras Kristiansen at hava framløgu við støði í høvuðsuppgávu síni við heitinum: "Ímyndin av bústaðnum - ein case-kanning av búsetingini á føroyska meginlandinum í einari mobilari tíð". Ein forsmakk upp á, hvat hetta fer at snúgva seg um, kanst tú síggja her.

Finnur Jensen (úr Páll Finnur Páll) fer at spæla aftaná. Caféin verður opin, so tað er lagt upp til eitt hugnaligt fríggjakvøld við eitt sindur av hvørjum.