Pisurnar flagsa

Eini 60-70 pisur høvdu leitað sær oman í Miðlahúsið í góðveðrinum hendan seinnapartin 7. aug. at fáa góð ráð og íblástur til at fáa eitt betri flog, nú veinginar á fyrsta sinni veruliga skulu standa sína roynd hjá stórum parti av hesum ungu fólkunum. Eftir stuttan inngang við nakað av reklamu fyri MFS var ein presentatiónsrunda á skránni, har fólk greiddu frá, hvat og hvar tey vóru sloppin inn á lærustovn, og sigast má, at áhugaøkini vóru rættiliga ymisk. Tey flestu høvdu sum vera man valt Danmark sum lestrarland, men eisini heilt fitt av teimum møttu skuldu til Stórabretlands - serliga til Skotlands.

Síðani var lagt út við eini longri framløgu um lestrarlív sum heild, har serligur dentur varð lagdur á at lýsa gerandisdagin hjá einum lesandi á hægri lærustovni og at greiða frá lopinum bæði út í heimin men eisini muninum í millum miðnámsskúla og hægri útbúgvingarstovnar.

Næsta innslagið, sum snúði seg um meira praktisk viðurskifti so sum SU, føroyafrádrátt og ferðaískoyti fekk áhoyrarnar meira við, og nógvir spurningar vórðu settir. Føroya Sparikassi, sum hevði stuðlað tiltakinum, hevði eina framløgu um fíggjarspurningar og val av peningastovni í samband við flyting uttanlands.

At enda var farið út í smærri bólkar, sum vórðu býttir eftir landafrøðiligu valunum av lestrarlondum og býum, har fólk kundu seta meira nágreiniligar spurningar um einstøku støðini.

Sum heild eitt væleydnað tiltak, sum varð hildið í fullsettum húsum. Vónandi kundi tiltakið geva nakað av luft undir veingirnar hjá pisunum, sum nú venda nevunum heimanífrá.