Ímyndin av bústaðnum

30. sept. 2005 legði Sámal Matras Kristiansen fram høvuðsuppgávu sína frá RUC ”Ímyndin av bústaðnum – ein case-kanning av búsetingini á føroyska meginlandinum í eini mobilari tíð” Ímyndin av bústaðnum er ein ekstrem og paradigmatisk case-kanning, har ein rúgva av lokalum politikkum og broytingartilgongdum í einari føroyskari bygdakommunu verða kannað. Bygdakommunurnar eru hetta seinasta áratíggið broyttar frá at vera bygdasamfeløg til at gerast nakað, ið minnir um forstaðir. Bygdirnar á meginlandinum eru vorðnar partur av einum stórum "netverksbýi", har ymisku bygdirnar og býirnir hava ymiskar leiklutir í hesum stóra, nærum landsumfatandi samanhangi. Men tað er munur á hvussu ymisku kommunurnar velja at taka ímóti teimum nýggju møguleikunum og avbjóðingunum og krøvunum frá nýggju borgarunum um bústað og tænastuútboð. Serliga viðvíkjandi orðingini av proaktivum og samanhangandi politikkum, er tað ein stórur trupulleiki, at nógvar av kommununum hava sera primitivar fyrisitingarligar umstøður, ella tað eg velji at kalla eina "fólksliga fyrisiting", ið hevur lyndi at vera sera stuttskygd.

Rapportin er at finna í pdf-sniði her: http://diggy.ruc.dk/handle/1800/1147