Demokrati og medborgaraskapur í Føroyum

15. apríl 2005 legði Hallbera West fram úrslit úr høvuðsuppgávu síni við heitinum "Demokrati og medborgaraskapur í Føroyum". Framløgan snúði seg um, hvønn týdning støðan hjá borgaranum hevur fyri eitt nýmótans demokratiskt samfelag. Í hesum sambandi vórðu úrslit frá einari Gallup kanning í Føroyum løgd fram. Kanningin varð gjørd í juni 2004, har 500 føroyingar vóru spurdir spurningar um ávíkavist politiskan áhuga, demokratiska luttøku, politiskt álit og demokratiskan samleika. Tað áhugaverda við kanningini var, at ein sonevnd medborgaraskapskanning ikki áður er gjørd í Føroyum. Í eitt nú Danmark, Noregi og Svøríki verða tílíkar kanningar gjørdar javnan, og vórðu føroysku úrslitini tískil samanborin við hini norðurlendsku úrslitini. Talan er sostatt um nýtt tilfar viðvíkjandi einum so týdningarmiklum evni sum støðuni hjá borgaranum í føroyska samfelagnum.