Prát í Hvonn

Tíðindaskriv MFS prátar við tey politisku ungmannafeløgini

Tær komandi seks vikurnar fer MFS at hava eitt prát við eitt politiskt ungmannafelag, hvønn fríggjadag frá kl 15:30 til 16:30, byrjandi 11.mars. Prátið verður á Seturskaféini, ið er á Hvonn í Tórshavn. Prátið fer at snúgva seg um útbúgving og hvørja støðu tey politisku ungmannafeløgini hava til útbúgving, og tað, ið har hoyrir til.

Seturskafe er eitt vanligt tiltak uttanlands, har lesandi hittast til hugna og prát, ið vanliga er hvønn fríggjadag. Seturskafe er við til at menna eitt livandi lestrarumhvørvi; og veitir hon eisini ein avsláttur til tey lesandi. Kaféin á Hvonn er hvønn fríggjadag frá kl 14 til kl 17.

Møguleiki verður eisini fyri at fáa eitt prát við MFS-nevndini og at tekna seg sum lim í MFS. Limaskapur er ókeypis.

Tey, ið manna MFS-Føroya nevndina eru:

Teitur Vágadal formaður Maria í Skorini varaforkvinna Guðrið S. R. Poulsen skrivari Pætur Vágadal Joensen nevndarlimur Rita Dam Simonsen nevndarlimur Johann J. Petersen nevndarlimur

Vælkomin á Seturskafe. MFS-Føroyar

[caption id="attachment_1267" align="alignnone" width="300" caption="Seturskafe"][/caption]