Kjakast um fólkaskúlan

Hvussu brynja vit føroyska skúlan til framtíðina? Hevur tú boð upp á hendan spurning, hevur tú nú høvi at siga tína hugsan. Almennur evnisdagur um fólkaskúlan verður á Háskúlanum í Havn hósdagin 10. mars 2011. Dagurin, sum hevur fingið heitið, RSF, Reflektión um Skúlan í Framtíðini, hevur til endamáls at skapa karmar fyri reflektión og hugskotum um føroyska skúlaverkið. Les meira á portal.fo