Stóran týdning at útbúgva fólk til vinnulívið

Tað er týdningarmikið m.a. at menna ein vitanardepil á Fróðskaparsetrinum, ið kann menna hægri førleikar til eitt nú oljuvinnuna heldur Hans Pauli Joensen, leiðari á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Hann sigur við mánadags/týsdagsútgávuna á Sosialinum, at hann er sera fegin um, at tey har kunnu verða við til at útbúgva føroyingar til arbeiði uttan fyri Føroyar og vónandi ein dag venda heimaftur. Hann fegnast um, at ein av teirra næmingum, Hilmar Simonsen, sum hevur víðariútbúgvið seg á Setrinum, nú hevur fingið starv í amerikanskari fyritøku, ið veitir tænastur til oljufeløgini. Les restina av greinini á portal.fo