Týðandi avtala um lesandi í Danmark

Lesandi føroyingar í Danmark fáa nú ríkisfelagsskapsfrádrátt ella R-frádrátt, sum hann eisini verður róptur. Tað sigur Edmund Joensen, sum er annað av føroysku fólkatingsumboðunum við Portalin. Eftir samrøður millum Edmund Joensen, fólkatingsmann, og donsku stjórnina, er semja nú um, at føroysk lesandi í Danmark frameftir skulu hava rætt til ein sonevndan R-frádrátt ella ríkisfelagsskapsfrádrátt í skattinum. Edmund Joensen, fólkatingslimur, sigur við Portalin, at hesin frádráttur verður 71.000 krónur um árið. - Frádrátturin verður ein rættur, sum føroysk lesandi fáa, tí Føroyar eru í ríkisfelagsskapi, sigur hann. Fólkatingslimurin fyri Sambandsflokkin heldur, at hetta er enn ein kontantur fyrimunur av, at Føroyar eru í ríkisfelagsskapi, sum hann tekur til. Les restina av greinini á portal.fo