Brakandi succes í Føroyahúsinum



Mynd: Janus Ortind


Fríggjakvøldið 18. februar skipaði MFS fyri kjakkvøldið í Føroyahúsinum undir heitinum “Føroyar - dýrasta land í Europa”. Endamálið var veita karmar fyri einum kjaki, um hví livikorini í Føroyum eru á so høgum kostnaðarstigi. Júst hetta er ein av stóru faktorunum, tá ið prátað verður um orsøkina til, hví føroysk lesandi í útheiminum ikki flyta aftur til Føroyar aftan á loknan lestur.

MFS hevði fingið Hera á Rógvi at byrja tiltakið við einari framløgu um kanning hansara um prísleguna í Føroyum. Eftir at tøl og fakta vóru komin á borðið, byrjaði kjakið við eitt væl mannað pallborð. Spurningarnir frá fundarfólkunum vóru hvassir og atfinningarsamir, og pallborðið hevði úr at gera við at verja og finta. Bæði avgjøld og kartellir stóðu fyri skotum, og kjakið millum áhoyrarar og pallborð, og ikki minst pallborðið innanhýsis, helt leingi á.

Á leið 130 fólki vóru til tiltakið, og meginparturin vóru lesandi. Stóra uppmøtingin ber brá av, at føroysk lesandi als ikki hava slept tilknýtinum til Føroyar, og at tey, hóast ein gerandisdag uttanlands, fegin vilja vera við í kjakinum.


We will be back Fleiri onnur tiltøk eru á skránni í vár. Nærri kunning um hesi verður her á heimasíðuni og á Facebook í næstum.

Cand.jur in spe Janus Ortind tók myndir til tiltakið. Sí myndirnar á okkara Facebook síðu her og á okkara Flickr konto her.