Nú skal granskast í Føroyum

Út við 80 milliónir krónur til gransking verða nú savnaðar fyri á tann hátt at styrkja føroyska gransking. Í gjár legði Føroya Vísindaráð fram ætlan um yvirskipaðan granskingarpolitikk í Føroyum. "Samlaða almenna játtanin til gransking, menning og nýskapan skal miðvíst skipast og styrkjast komandi fimm til sjey árini" "Fyrisitingin av øllum játtanum, her peningur kann søkjast til gransking, menning av nýskapan, skal samskipast. Felags mannagongdir og fyrisitingarskipanir skulu tryggja, at øll, sum hava hugskot til verkætlanir, á einum og sama staði kunnu fáa vegleiðing og søkja stuðul til hesar ætlanir".

Hetta er ein partur av høvuðsboðskapinum, ið kann lesast í álitinum Vitan og Vøkstur, yvirskipaði granskingarpolitikkur Føroya, ið varð lagdur fram í Tinganesi í gjár. Les restina av greinini á kringvarp.fo