Nýggj stjórn – nýggjur føroyapolitikkur?

RÆTTING: Annika Smith, og ikki Norðuratlantsbólkurin, skipar fyri. Hósdagin, 13. januar kl. 20.00 - 22.00, verður kjak í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, við Villy Søvndal, Anniku Smith og Høgna Hoydal.

"Í Danmark nærkast eitt spennandi fólkatingsval og - helst - eisini ein nýggj reyð stjórn. Hetta er eitt val, sum føroyingar í Keypmannahavn og restini av Danmark kunnu taka lut í. Men hvat kunnu teir - og Føroyar - vænta sær av eini nýggjari stjórn? Hvørja støðu fer ein nýggj stjórn at hava til føroyskan sjálvsavgerðarrætt og føroyska grundlóg? Og hvussu fer ein nýggj stjórn at samstarva við Føroyar um at skapa ein tryggari búskap og eini betri vernd móti vanlukkum sum teirri, ið Eik endaði í?"

Sí innbjóðing:

Nýggj stjórn - nýggjur føroyapolitikkur?

GG: MFS er óheft av partapolitikki, og skipar ikki fyri hesum tiltaki.