Pisudagar 2017

Aftur í ár skipar MFS, í samstarvi við Betri og Altjóða Skrivstovuna (ASK), fyri Pisudøgum fyri teg, ið fer uttanlands at lesa.

Pisudagar er eitt afturvendandi tiltak fyri teg, ið fer uttanlands at lesa, soleiðis at tú kanst fáa svar uppá tínar spurningar, fáa góð ráð frá ymsum serkønum, og høvið at tosa við onnur ung, ið eru í somu støðu sum tú. Endamálið er, at tú fært eina betri lestrarbyrjan.

“Hetta er 10. árið á rað, at vit, ASK og Betri skipa fyri Pisudøgum. Hetta tí at vit síggja at tiltakið er sera vælumtøkt, vit hava havt fult hús øll árini, afturmeldingarnar eru sera góðar, og vit uppliva, at hetta veruliga ger ein mun hjá teimum sum luttaka.

Fyri at feira, at hetta er 10 árið á rað, at vit opna dyrnar fyri ungum føroyskum pisum, hava vit í ár valt at hava eina kapping um ein lestrarpakka millum øll tey sum luttaka. Lestrarpakkin er ein Adidas ryggsekkur við eini MacBook Air og einum SVEIGGJ Ferðaseðli.” sigur Helena Jørmundsson, forkvinna í MFS.

Tiltakið byrjar við nøkrum kunnandi og viðkomandi framløgum. Aftaná framløgurnar verður farið í bólkar alt eftir hvar ein ætlar sær at lesa. Eitt MFS-umboð, sum longu lesur í tí økinum, fylgir við. So verður høvið at tosa við onnur, ið eisini eru á veg til sama lestrarbý, umframt at møguleiki verður at tosa við onkran, ið longu býr har og sum kann geva nøkur ráð og svara spurningum. Sjálvandi verður eisini høvið at mingla og okkurt gott til góman verður eisini. Harafturat koma Danny and the Veetos-trio at spæla nøkur løg!

Pisudagarnir 2017 verða hildnir bæði á deildini hjá Betri í Saltangará hin 1. august kl. 19 og á Ungdómsdeildini hjá Betri í miðbýnum í Havn 2. august kl. 19.

Skrá:

·       Umboð fyri MFS greiða frá um lestrarlívið og hvussu tú sum lesandi kanst fáa gleði av MFS. Eisini verður høvi at práta við MFS-umboð úr ymsum londum.

·       Betri ráð um fíggjarlig viðurskifti, ið tú eigur at hugsa um sum lesandi, m.a. Nemkontu, NemID, Fíggjarætlan, Lestrarkreditt og Betri legat

·       Morid Jacobsen, ið dagliga starvast á ráðgevingini fyri føroyingar í Danmark, gevur tær góð ráð um m.a. skattafrádrátt, ferðaískoyti, lestrarstuðul og bústaðarviðurskifti

·       Holger Arnbjerg, ið hevur drúgvar royndir við at vegleiða lesandi, fer at greiða frá, hvussu tú kanst brúka ASK í sambandi við hægri lesnað – bæði áðrenn og aftan á at tú ert farin í gongd. Harafturat hevur hann nógv góð ráð um, hvussu tú kemur væl frá lestrarbyrjan

·       Umboð fyri Atlantic Airways greiðir frá fyrimunum og treytum við Sveiggj ferðaseðlum, soleiðis at tú kanst flúgva fyri serprís meðan tú ert lesandi. Eisini fer AA at burturluta ein Sveiggj ferðaseðil í Saltangará og ein í Havn.

·       Eftir framløgurnar fara luttakarnir í bólkar, alt eftir hvar tey fara at lesa. Eitt umboð fyri MFS fylgir við út í hvønn bólk. Í bólkunum verður høvi at tosa við onnur ung, ið eru/fara uttanlands í lestrarørindum og seta nærri spurningar.

·       At enda verður møguleiki at “mingla” og fáa sær okkurt leskiligt til góman til góðar tónar frá Danny & The veetos - Trio 

·       Eisini verða kappingar, har tú kanst vinna Sveiggj ferðaseðlar, og vera við í kappingini um ein Betri-Lestrarpakka, sum er ein Adidas ryggsekkur við eini teldu og einum Sveiggj ferðaseðli

Aðalfundur 2017

Mikudagin 26. juli heldur Meginfelag Føroyskra Studenta aðalfund.

Seinasta árið er nógv hent á lestrarøkinum í Føroyum – millum annað er lestrarstuðulin hækkaður og gongd er komin á at byggja lestraríbúðir. Hetta fegnast MFS um.

Tað er eisini í hesum sambandi, at MFS bjóðar øllum áhugaðum at koma við á vitjan uppi í lestraríbúðum í Finsen. Hetta verður aftaná aðalfundin hjá felagnum.

Aðalfundurin verður í Perluni í Tórsgøtu í morgin kl. 16.00. Á fundinum fer at verða greitt frá virksemi felagsins og nýggj mál fyri komandi árið skulu setast. Núsitandi Ráð mælir øllum lesandi til at luttaka til aðalfundin og bjóða seg fram til uppstilling til Ráðið.

Okkurt gott til góman verður eisini at fáa.

Eftir aðalfundin gongur leiðan niðan í gamla kommunuskúlan, har rundvísing verður.Øll eru hjartaliga vælkomin.

Ráðið, Keypmannahavnarnevndin og Føroyanevndin hjá MFS úti í Koltri, summar 2017

Ráðið, Keypmannahavnarnevndin og Føroyanevndin hjá MFS úti í Koltri, summar 2017

Stúgvandi full Smæra til "Fiskivinna for dummies"

Mikukvøldið 1. mars skipaði Føroyanevndin hjá MFS fyri fiskivinnutiltakinum “Fiskivinna for dummies”, sum varð hildið í Smæruni.
 Byrjað varð við eini framløgu frá Johnny í Grótinum, ið greiddi grundleggjandi frá um fiskvinnuna. Eftir hetta var pallborðskjak við Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskimálum, Hanusi Hansen, reiðara, Jóannesi Jacobsen, búskaparfrøðingi, og Magna Laksafoss, tingmanni fyri Sambandsflokkin. Djóni Højgaard stýrdi kjakinum.
Hetta tiltakið eydnaðist serstakliga væl, og tað er Føroyanevndin glað um. Á leið 150 fólk møttu upp til tiltakið. Vit gleðast um at so stórur áhugi varð vístur tiltakinum.
Eisini kunnu vit staðfesta, at pástandurin um, at ungdómurin einki leggur í fiskivinnuna og samfelagsviðurskifti, er ein myta ;)

Um tú ikki náddi at koma til tiltakið, so ber til at síggja filmsbrot av tiltakinum her:

Lesarabræv: Lestrarstuðul til øll alt árið!

Í farnu viku varð borið fram í Degi og Viku, at lesandi foreldur við maka føla seg gloymdan, tí at tey ikki fáa lestrarstuðul tann 12. mánaðin. Hóast hetta er skiljandi, hava vit í MFS eitt annað sjónarmið til málið.

Við uppskotinum, sum MFS hevur fingið til hoyringar, og sum eisini varð lagt fram í Løgtinginum, eru fleiri broytingar í lestrarstuðlinum fyri framman, og hetta er einans fyrsta stigið í einari trý ára ætlan. Vit mettu tá – og gera enn – at best hevði verið, um øll fingu stuðul í 12 mánaðar um árið.

Tað eru fleiri viðurskifti, ið vit meta, tørva ábøtur, tá tað snýr seg um lestrarstuðulin. Tó er tað so, at neyðugt er at byrja onkrastaðni. Skal onkur veljast fram um, so er bólkurin við støkum uppihaldarum tann bólkurin av lesandi, ið hevur mest tørv á at fáa lestrarstuðul 12 mánaðir um árið. Tí taka vit undir við uppskotinum.

Er tú stakur uppihaldari, ert tú einsamøll/einsamallur um barnið/børnini. Tað merkir, at tá dagstovnarnir steingja 3 vikur um summarið, ber ikki til at fara til arbeiðis, uttan so at mann fær onkran annan at traðka til, sum als ikki kann takast sum eina sjálvfylgju.

Viðmerkjast skal eisini, at vit í MFS meta, at øll – eisini lesandi – hava rætt til at halda summarfrí. Hetta lyfti hava vit fingið frá Landsstýrinum, og hetta fara vit áhaldandi at arbeiða fram ímóti.

Vit í MFS eru sera fegin um, at Landsstýrið og Løgtingið vilja betra um støðuna hjá føroyskum lesandi í Føroyum – hesum hevur tørvur verið á leingi!

Vit stuðla tí uppskotinum úr Mentamálaráðnum, og samstundis taka vit tey uppá orðið, tá ið tey hava lovað okkum stuðul 12 mánaðir um árið.
 

Torstein Jóhannes Fríðfinsson
Formaður í Meginfelag Føroyskra Studenta

Torstein Jóhannes Fríðfinsson, formaður

Torstein Jóhannes Fríðfinsson, formaður

Fjølnir 2016 nú eisini tøkt á netinum

So er nýggja Fjølnir-blaðið fyri 2016 eisini tøkt á netinum. Í blaðnum kanst tú millum annað lesa um, hvussu tað er at vera stakur forsyrgjari í Føroyum, nýggju skrivstovuna hjá MFS, hugleiðingar frá føroyskum lesandi bæði í Føroyum og í útheiminum, umframt at fleiri kendir føroyingar greiða frá um teirra lívsleið eftir loknan lestnað. Og sjálvandi hava vit eisini síður um lestrarhjálp!

Les nýggja blaðið her: