Fjølnir 2018 útkomið

So var Fjølnir fyri lestrarárið 2018-2019 klárt – bæði í prentaðari og talgildari útgávu. Fjølnir er eitt lestrarblað, ið serliga er ætlað tær, ið fer undir hægri lesnað ella longu er undir hægri lesnaði. Í blaðnum kanst tú lesa um og fáa íblástur til, hvat og hvar tú skalt lesa, bæði í Føroyum og uttanlands, og hvørjir møguleikar tú hevur undir og eftir lesnaðin. Eisini finnur tú hentar upplýsingar um, hvussu tú kemur best frá lestrarbyrjan.

Góðan lesihug!

Fjølnir 2018

Er nakað Mark?

Facebook Ad(1).jpeg

 

Føroyski búskapurin, Setrið og talið av lesandi er í stórum vøkstri, og hetta fegnast vit um.

Men allar medaljur hava sum kunnugt eina baksíðu, og hendan er tíanverri einki undantak.

Góði búskapurin, saman við blómandi ferðavinnuni og ymiskum øðrum, hevur við sær, at bústaðarkostnaðurin er støðugt vaksandi, meðan útboðið er relativt minkandi. Hetta hevur við sær, at tað er ógjørligt hjá flestu lesandi í Føroyum at finna eitt stað at búgva – sum ikki er eitt kamar heima hjá mammu og babba.

Tað almenna sær út til at hava meira enn ilt við at loysa hendan trupulleikan, ella at taka hann í álvara. Tó so, at nýggja almenna kollegie ‘Finsen’ er ein roynd at loysa trupulleikan, so eru tær 37 íbúðirnar bara eru ein dropi í havinum í mun til tørvin.

At privata vinnulívið velur at nýta ein part av kapitalinum hjá sær til at loysa ein slíkan trupulleika er alla æru vert. Men tað sum nú hendir við kolleginum ‘Mark’, gerst meira og meira ótespiligt at eygleiða. Íbúðirnar, sum í forvegin eru lítlar og alt ov dýrar og har man skal gjalda eyka fyri børn, eru nú bara tøkar fyri tann lesandi 11 mánaðir um árið. Hetta seinasta kom fram leygardagin 5. november, í einari samrøðu við eigaran av ‘Mark’, í tíðindasendingini hjá KVF. Tað vísir seg, at tey lesandi binda seg til at flyta út úr teirra íbúðum 30. juni hvørt ár, og sleppa ikki at flyta inn aftur fyrr enn 1. august. At tvinga vaksin fólk út úr heimi sínum á hendan hátta var ikki ein trupulleiki fyri eigaran, tí hann helt, at tey bara kundu flyta heim aftur til mammu og babba hendan mánaðin. Sambært honum, var tað ikki tí, at Mark hevði ætlanir við íbúðunum í julimánaði, men tí at hetta var nakað, sum mann vanliga ger á næmingaheimum.

MFS heldur, at man eigur at kalla ein spaka fyri ein spaka. Hetta er ikki á nakran hátt ‘vanligt’ fyri eitt kollegie - hetta er sera óvanligt. Ongin rakstrarlig atlit tala fyri hesum, og hetta er sera trupult hjá teimum lesandi – hugsa tær at skula pakka øll tíni ting hvørt ár, og so verða heimleys í ein mánaða! Einasta orsøkin til at hetta verður gjørt er sjálvandi, at eigarin ætlar at nýta íbúðirnar sum hotel/vallaraheim í bestu ferðatíð – also skulu tey lesandi góðtaka at onkur fremmandur svevur í teirra song, brúkar teirra vesi og teirra køk, meðan tey eru heimleys.

MFS heldur, at vit eru við at kenna Mark, men spurningurin er, um Mark kennir sær nakað mark.

 

Føroyanevndin hjá MFS: #vitveljaFøroyar #menveljaFøroyarokkum?

Síðsta heyst skipaði føroyanevndin hjá MFS fyri tiltakinum ”Hví búgva hjá mammu, tá ið eg kann búgva á Oyrasundi?”. Nú – nærum eitt ár seinni – spyrja vit aftur sama spurning.

Hví lesa á Setrinum, har útboðið av vallærugreinum ikki er nøktandi – ella eksisterandi?

Ein stjórnmálafrøðilesandi á Setrinum, sum søkti inn í 2016, kundi gleðast um, at i 3. árshálvu kundi ein velja vallærugrein. Hetta gjørdist ein stokkut gleði, tí tá ið tímatalvan kom í summar, mátti Setrið aftur svíkja: ongar vallærugreinar.

Hetta er ikki einans galdandi fyri søgu- og samfelagsdeildina. Eisini hjá lesandi á námsvísindadeildini er úrvalið av lærugreinum minkað.

Vert er at leggja afturat, at lesandi á námsvísindadeildini (lærara- og námsfrøðilesandi) máttu enn einaferð býta í sitrónina, tá ið tey fyri stuttum fingu at vita, at stutta starvslæra, tey longu frammanundan hava, allarhelst skal skerjast enn meir.

Eitt dømi eru tey í 3. árshálvu á læraraútbúgvingini, sum hava valt danskt, og sum eftir ætlan skuldu í starvslæru eftir heystfrítíðina. Tey hava nýtt fleiri undirvísingartímar uppá at fyrireika seg til starvslæruna, men hava fingið boð um, at starvslæran nú verður av ongum.

Hví lesa har, vit eru noydd at koyra silvurpappír runt um hurðina, soleiðis at soppavøksturin ikki breiðir seg?

Hetta er veruleikin hjá teimum, ið hava alisfrøði á læraraútbúgvingini á Setrinum.

Onnur dragast við gjóstur og kulda. Hví er tað í lagi, at lesandi lesa undir umstøðum, ið Arbeiðseftirlitið ikki hevði loyvt starvsfólki at arbeitt undir. Er tað minni skaðiligt fyri tey lesandi?

Harafturat kann vísast á, at Setrið hevur innivist á Frælsinum – saman við fólkaskúlanæmingum!

Áður hevur hetta givið meining fyri læraralesandi, tí hetta bar við sær betri møguleikar fyri praktiska partinum av útbúgvingini. Tó eru hølisviðurskiftini á Setrinum vorðin so trong, at flokkar frá Søgu- og Samfelagsdeildini eisini hava fyrilestrar í fólkaskúlastovum.

Hetta merkir, at meðan tey lesandi sita til undirvísing ella fyrilestur, skulu tey hoyra uppá, at ein fólkaskúli hevur fríkorter beint uttan fyri skúlastovuna. Hetta ávirkar undirvísingina og gevur ikki eina kenslu av, at talan er um eina hægri (og seriøsa) útbúgving.

Landið hevur seinastu árini spýtt 600 milliónir í at byggja ein flottan og lekran miðnámsskúla. Hóast vit unna miðnámsskúlalesandi hetta væl, so mugu vit vísa á, at studentarnir høvdu Hoydalar og HH’arirnir høvdu Handilsskúlan við Marknagil.

Miðnámsskúlalesandi velja longu Føroyar sum nú er – men tað gera lesandi á hægri lesnaði ikki!

Setrið er spjatt út á fleiri smærri bygningar runt um í Havnini, harav fleiri einans eru til leigu. Tað er alneyðugt, at Fróðskaparsetrið verður samlað undir einum taki, skal lestrarlívið í Føroyum blóma. Synergi-effektin, sum man vanliga sær á hægri lærustovnum, er totalt blokerað í Føroyum, tí tey lesandi hava nærum einki samband við hvørt annað.

Seinastu árini hava alt fleiri søkt inn á Setrið. Hetta er sjálvandi at fegnast um, men við skúlabyrjan 2017 var talið nærum helvtina lægri enn í 2016. Virksemið á Setrinum er í vøkstri; fleiri útbúgvingar verða bjóðaðar út, fleiri flokkar eru, fleiri ph.d lesandi eru, enn áður, men fíggingin fylgir ikki við vøkstrinum, og tískil noyðist fyrisitingin allatíð at umraðfesta ella seta sparitiltøk í verk. Hetta er ikki virðiligt fyri tey, ið velja at lesa í Føroyum. Vit velja Føroyar, men Føroyar velja ikki okkum! Hví ikki raðfesta okkum eitt sindur meir?

Hví búgva hjá mammu, tá ið eg kann búgva á Oyrasundi?

Spf. MARK er eitt privat smápartafelag, sum veitir bústaðir til lesandi á hægri útbúgving og á miðnámi. MARK hevur fingið til vega 38 bingjuíbúðir á ávíkavíst 15 og 30 m2 til støddar. At talan er um eitt lítið býli, finnast vit ikki at. Lesandi hava heldur ikki so høg krøv til bústað. Trupulleikin við MARK liggur í prísinum.

Fyri eina 15 m2 bingjuíbúð skalt tú rinda 4.490 krónur um mánaðin. Ja, tú last rætt – 4.490 krónur fyri 15 m2! Hetta er við nýtslu.

Hevur tú til dømis eitt barn og býr einari 30 m2 íbúð, so er prísurin 6490 kr. Býrt tú einsamallur í somu íbúð er kostnaðurin 4990 kr. Tað er upplýst, at kostnaðurin fyri nýtslu er 495 krónur, og tí stavar hesin munur einans frá, at talan er um tvey og ikki eitt fólk. Tað kann ikki verða rætt, at ein stakur uppihaldari skal gjalda eyka fyri at hava barnið hjá sær búgvandi.

Man kann ikki lasta privatar vinnurekandi fyri at gera sær dælt av bústaðarneyðini hjá lesandi og ungum, ið hesum førinum við at hýsa teimum dýrum jarnbingjum. Men hetta er hvørki ein virðilig ella veruleikakend loysn. Almennu Føroyar mugu ikki bíða eftir, at privatu aktørarnir fara at loysa bústaðarneyðini í Føroyum, tí privatir aktørar hugsa fyrst og fremst um egnan vinning, og hetta fara føroysk lesandi at merkja sviðan av!

At búgva í Finsen man vera størsti dreymurin hjá flestu lesandi. Íbúðirnar eru snotiligar, flottar og liggja væl fyri. Bústaðir eru enn ikki komnir við nøkrum leiguprísi, men vónandi verður tað ikki eins høgt, sum hjá MARK. Talan er um ein almennan bústað, og tí ímynda vit okkum ikki, at prísurin verður so høgur.

Tað eru bara 37 íbúðir í Finsen – og tí vera tey, ið fara at búgva har, ikki bara sera heppin, men eisini betur stillað enn onnur lesandi í Føroyum.

Ert tú so heppin sum lesandi í Føroyum at fáa møguleikan at flyta út frá mammu og babba, so skalt tú allarhelst av við allan lestrarstuðulin og meira enn tað. Tað er snøgt sagt ikki í lagi, at tað skal verða fyrimunur at flyta til Oyrasund, enn at lesa í Føroyum.

Hví sita við kassan í Bónus fyri at fáa endarnar at røkka saman, tá ið eg kann hava eitt feitt lestrarstarv á Christiansborg?

Í Danmark kann ein jura-lesandi arbeiða hjá eitt nú Uttanríkismálaráðnum ella í Fólkatinginum. Í Føroyum arbeiðir ein búskaparfrøðilesandi við kassan í Bónus ella Magn. Hvar eru lestrarstørvini?

Tað er okkara pástandur, at hægri lesandi í Føroyum arbeiða nógv meira, enn føroyskir útisetar. Føroyski lestrarstuðulin røkkur ikki til so nógv í Føroyum, og tískil noyðist ein at arbeiða, skal ein hava ráð til dagsins uppihald. Hví ikki tekkjast teimum hægri lesandi í Føroyum við lestrarstørvum, ið eru viðkomandi fyri lesturin? Hetta er bæði til gagns fyri tann lesandi, men eisini fyri føroysku fyritøkurnar. Batar síggjast viðvíkjandi lestrarstørvum innan tað privata, men hvar eru almennu lestrarstørvini? Í Danmark er vanligt, at t.d. miðfyrisiting og kommunur hava lestrarstørv, men her eru Føroyar eftirbátar. Tað hevði klætt almennu Føroyum at tikið í nakkan á sær sjálvum og gjørt brúk av teimum, ið hóast alt fara at mynda miðfyrisitingina um nøkur ár.

Vit velja Føroyar.

Tað er alt ov lætt at venda Setrinum og Føroyum bakið, men tað hava vit ikki gjørt. Tað er ikki rættvíst, at vit so hava verri sømdir og kor, enn tey, sum fara av landinum at lesa. Vilja vit sum samfelag, at fleiri fara undir lestur í Føroyum, so mugu hesi fáa eina gularót afturfyri, men sum nú er, so liggur gularótin í Oyrasundi.

Góða løgting, landstýri og kommunur í Føroyum: veljið nú eisini okkum, tí vit hava valt tykkum!

22096029_1499588366793676_3357414308214899463_o.jpg