Tað er sjáldsamt, at MFS Ráðið ikki er við uppá, at stuðla einum tiltaki, ið ein MFS nevnd skipar fyri ella er við til at skipa fyri. MFS hevur tó avmarkaðar nøgdir av peningi og fastar útreiðslur. Tískil eru sum heild fylgjandi mannagongdir galdandi, tá tað snýr seg um tiltøk:

A. Slag av tiltaki

  1. Tiltøkini skulu vera viðkomandi fyri lesandi. Sosialt, politiskt, fíggjarliga ella lestrarliga.
  2. Tiltøkini skulu vera politiskt óheft. Vit kunnu samstarva við politisk feløg, men tá skulu sjálvi tiltøkini ikki vera fevnd av partapolitikki.
  3. MFS skal hava ávirkan á tiltakið. Tað er gott, at onnur taka stig til tiltøk og bjóða MFS við, men tá skal MFS hava ávirkan og vera sjónligt.

B. Fígging

  1. Tiltøkini skulu vera so bílig sum gjørligt. Hetta fyri at MFS kann skipa fyri fleiri tiltøkum. Royn at vita, hvørt fólk ella fyritøkur ikki vilja gera eitthvørt ókeypis ella geva avsláttur, fyri at stuðla teimum lesandi.
  2. Tað er altíð best at boða ráðnum frá, um eitt lokalfelag ætlar at skipa fyri onkrum, ið kostar pening. Felagið setur fyrispurning har greitt verður frá, hvat peningurin verður nýttur til og hvør upphæddin er. Fyrispurningarnir og upphæddirnar verða viðgjørdar av ráðnum og latnar eftir tørvi. 
  3. Peningur verður bert latin einum tiltakið, um lokalfelagið hevur kvittanir, eina interna frágreiðing/eftirmeting av tiltakinum og veitir ráðnum ein tíðindastubba um tiltakið, ið kann fara út á heimasíðuna.

C. Dømi um tiltøk

  1. Íspunna felagið “Radikalt Anarkistiskur Ungdómur” vil skipa fyri einum tiltakið, har tey krevja at Løgtingið skal avtakast. Tey spyrja MFS, hvørt MFS vil vera við. Tað vil MFS ikki, av tí at tiltakið er partapolitiskt.
  2. Radikalt Anarkistiskur Ungdómur og Stokk Konservativur Ungdómur, vilja skipa fyri einum tiltakið, har tey lýsa fyrimunir og vansar við núverandi útbúgvingarskipanini. Tiltakið er politiskt, men ikki partapolitiskt og er viðkomandi fyri lesandi. MFS vil stuðla tiltakinum.
  3. Ein lokal MFS nevnd keðir seg. Hon vil hava meira lív í, og avgerð tí at skipa fyri eini veitslu, har lesandi hittast, eta føroyskan mat og hava tað stuttligt saman. MFS Ráðið stuðlar hesum, so leingið tað fær kvittanir, frágreiðing og tiltakið ikki er ov dýrt. Vil sama felag aftur halda veitslu tveir dagar seinni fær tað tó ikki stuðul, síðani tað er í so nógv av tí góða.
  4. Løgtingsval nærkast, og ein lokal nevnd avgerð at savna føroyingar saman til at fylgja við valúrslitinum. MFS Ráðið rópar “Yes!” og stuðlar tiltakinum. Nevndin avgerð síðani eisini, at hon skal skráseta lesandi uttanlands sum veljarar. MFS Ráðið byrjar at dansa, og stuðlar fegið kostnaðin av at senda og útskriva umsóknir.