Reglugerð fyri MFS

Lógin hjá MFS, sum samtykt á aðalfundi ráðsins 2016. 


Kapittul 1

§ 1. Navn felagsins er Meginfelag Føroyskra Studenta (The National Union of Faroese Students), stytt MFS.

§ 2. Endamál felagsins er at skipa allar føroyingar, ið eru undir hægri útbúgving bæði uttanlands og í Føroyum og føroyingar, ið eru í læru uttanlands, í ein felagsskap og røkja áhugamál teirra.

§ 3. Felagið er óheft av partapolitikki og átrúnaði.


Kapittul 2

§ 4. Felagið verður stjórnað av einum ráði við í mesta lagi 11 limum.

§ 5. Ráðið verður valt á aðalfundi í tíðarskeiðinum juli – august mánaði á hvørjum ári.

                •   Stk. 2. Valbæri og vælrætt hevur einhvør føroyingur ið er undir hægri lesnað, ið luttekur á aðalfundi.  Ráðið føroyingur merkir studenturm meirilutavali fyri eittt greinum verður valt við vanligum meirilutavali fyri eitt ár og situr, til nýval hevur verið.

   Stk. 3. Uppskot til broytingar í reglugerðunum hjá MFS til aðalfundin, skulu latast inn 7 dagar áðrenn aðalfundin.

§ 6. Aðalfundurin skal verða lýstur í seinasta lagi 14 dagar áðrenn fundin. Lýst verður við aðalfundi í Fjølnir, í miðlunum, á sosialu miðlunum ella á annan tryggjandi hátt.

         •     Stk. 2. Eykaaðalfundur kann vera umbiðin av meirilutanum av ráðslimunum ella av øðrum persóni, um umbønin er væl grundað og hevur stuðul av 1/3 í ráðnum

   Stk. 3. Eykaaðalfundurin hevur somu heimildir sum aðalfundurin.

   Stk. 4. Skrá skal fylgja við umbønini um eykaaðalfund. Skráin kann víkja frá krøvunum til skránna til vanligan aðalfund. Eykaaðalfundurin verða áðrenn 28 dagar frá umbønini at rokna.

§ 7. Hvør luttakari á aðalfundinum ið hevur atkvøðurætt kann atkvøða fyri upp til 11 valevnum.

§ 8. Á aðalfundinum skal skráin í minsta lagi fevna um:

   1. Frágreiðing ráðsins frá virki felagsins síðani seinasta val og viðgerð av hesum.

   2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi fyri seinasta roknskaparár og viðgerð av hesum.

   3. Val av nýggjum ráði.

   4. Ymiskt

§ 9. Ráðið skipar seg sjálvt eftir aðalfundin á 1. ráðsfundi.


Kapittul 3

§ 10.  Á fyrsta fundi í nývalda ráðnum skal skráin í minsta lagi fevna um:

  • 1 Val av formanni, næstformanni, skrivara og kassameistara í ráðnum.
  • 2 Ráðið mannar seg í nevndir við einum ráðslimi sum umboðsmanni fyri hvørji nevnd.
  • 3 Val av grannskoðara.

   Stk. 2. Gamla ráðið stýrir fundinum til formaðurin í nýggja ráðnum er valdur, síðani tekur hann við.

   Stk 3. Nýggja ráðið skal alment lýsa niðurstøðuna av aðalfundinum við at senda út tíðindaskriv.


Kapittul 4

§ 11. Formaðurin í ráðnum kallar ráðið saman og stýrir fundinum. Berst honum frá, er næstformaðurin tiltaksfólk hansara. Skrivarin skal festa á blað alt, sum fer fram á fundi.

   Stk. 2. Kassameistarin skal leggja fíggjarstøðuna fram á hvørjum ráðsfundi.

§ 12. Ráðsformaðurin skal kalla ráðið saman, um minst helvtin av ráðnum krevur tað.

   Stk. 2. Ráðsfundurin skal lýsast skrivliga við skrá og við 7 daga freist.

§ 13. Á lógliga lýstum fundi kann ráðið viðgera øll mál, ið eru lýst í fundarskránni og taka avgerð í somu málum, um minst helvtin av øllum ráðslimunum atkvøður fyri málinum.

   Stk. 2. Um tað stendur á jøvnum við atkvøðugreiðslu í ráðnum, er atkvøða formansins avgerandi.

§ 14. Berst ráðslimi frá at møta ella leggur hann frá sær, tekur tann við, ið flestar atkvøður hevur av teimum, ið ikki gjørdust limir í ráðnum.

§ 15. Ráðið kann áleggja ráðslimunum tagnarskyldu í ávísum førum.


Kapittul 5

§ 16. Roknskaparár felagsins er frá 1. januar til 31. desember.

   Stk. 2. Kassameistarin hevur ábyrgdina av ogn, bókhaldi og roknskapi felagsins.

   Stk. 3. Allar óvanligar útreiðslur, ella søla av ognum felagsins, skulu játtast skrivliga av formanninum í ráðnum ella av einum ráðslimi, ið hevur fingið hesa heimild frá ráðnum. Tann, ið hevur kassan um hendi, kann ikki játta óvanligar útreiðslur, ella sølu av ognum felagsins.

   Stk. 4. Roknskapurin skal verða grannskoðaður av grannskoðara, ið er valdur av ráðnum. Ráðslimir kunnu ikki vera grannskoðara.


Kapittul 6

§ 17. Broytingar í viðtøkum felagsins kunnu einans fara fram vid atkvøðugreiðslu á aðalfundi felagsins. Til hetta krevst, at minst 3/5 av atkvøðunum eru fyri broytingunum.

    Stk. 2. § 18 kann einans verða broytt um í minsta lagi helvtin av luttakarunum við valrætti á   aðalfundinum atkvøða fyri tí.

§ 18. Felagið kann einans verða avtikið, um í minsta lagi helvtin av luttakarunum við valrætti á aðalfundinum atkvøða fyri tí Verður felagið avtikið, skal Føroya Landsstýri gera av, hvat skal verða av ognum felagsins. Tó skulu allar bøkur og øll skjøl verða latin Føroya Landsbókasavni.

§ 19. Henda lóg kemur í gildi tann 1. januar 2017