Pisudagarnir


pisudagar.png

Um Pisudagarnar

Á hvørjum ári fara hundratals føroyskar pisur undir víðari lestur uttanlands. Hetta er ein sera spennandi tíð, ið krevur nógva fyrireiking og eisini hevur nógvar spurningar við sær.

Tí skipa MFS, Eik, Altjóða Skrivstovan á Setrinum (ASK) og Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark fyri Pisudøgum á hvørjum ári.

Við serfrøðingakunnleika frá ASK, serkunnleikan hjá Ráðgevingini um  føroysk viðurskifti í Danmark, og góðum fíggjarligum stuðli frá Eik er tiltakið ætlað tær, ið hugsar um at fara undir víðari lestur uttanlands og endamálið er at geva tær høvi at seta spurningar, fáa góð ráð og tosa við onnur, ið eru í júst somu støðu sum tú, soleiðis at tú kemur so væl frá byrjan sum gjørligt.

Bústaður, Føroyafrádráttur, arbeiði, NemKonta, nýggir vinir, nýtt mál – Nógv er at hugsa um, tá tú fert uttanlands at lesa

Umboð frá Eik geva tær góð ráð um fíggjarlig viðurskifti, m.a. hvussu tú stovnar eina NemKontu og týdningin av at leggja eina góða fíggjarætlan.

Holger Arnbjerg hevur drúgvar royndir við at lestrarvegleiðing og fer at greiða frá, hvussu tú kanst brúka ASK í sambandi við hægri lesnað – bæði áðrenn og aftaná at tú ert farin í gongd. Harafturat hevur hann nógv góð ráð um, hvussu tú kemur væl frá lestrarbyrjan.

Aftaná framløgurnar verða luttakararnir bólkaðir, alt eftir hvar tey fara at lesa. Í bólkunum verður høvi at tosa við onnur ung, ið eru uttanlands í lestrarørindum og seta nærri spurningar til MFS, ASK og Ráðgevingina. At enda verður møguleiki at hittast og prátast við onnur framtíðarlesandi tvørtur um lestrarlond, meðan Eik bjóðar okkurt leskiligt til góman.

MFS luttekur á tiltakinum við lesandi, ið búgva og lesa í ymiskum londum. Umboðini greiða frá um lestrarlív, og hvussu tú sum lesandi kanst fáa gleði av MFS.

Sjónbond frá Pisudøgunum 2012 (brúkar flash)


Myndir frá undanfarnum árum