Soleiðis stovnar tú eina nevnd:

  • Send ein mail til mfs@mfs.fo, og boða frá, at tú ynskir at stovna eina nýggja nevnd.

  • Lýs við aðalfundi tvær vikur áðrenn sjálva fundin, so at øll áhugaði kunnu koma við.

    Krøvini til nevndina eru:

  • At man í sonnum MFS-anda ynskir at betra um viðurskiftini hjá øllum lesandi, og at arbeiða við lestrarviðkomandi málum.

  • At nevndin í minsta lagi hevur tríggir limir.

  • At ein nevndarlimur úr nevndini luttekur í ráðsfundi einaferð um mánaðin, og greiðir frá nevndarvirkseminum.
    Tað er ikki krav, at man luttekur í øllum ráðsfundinum, men tað er man vælkomin til. Nevndarlimir, ið ikki eru valdir sum ráðslimir, hava ikki atkvøðurætt í málum, ið ráðið viðgerð. Tagnaðarskylda er áløgd øllum kjaki til ráðsfundir, samsvarandi við §15 í viðtøkum felagssins.