Nevndirnar í MFS

Umframt at MFS hevur eitt yvirskipað ráð, so hevur felagið eisini nevndir, ið virka undir ráðnum. Nevndirnar eru landafrøðiliga avmarkaðar eindir, meðan Ráðið er óheft av landafrøðiligari staðseting. Í løtuni hevur MFS mannað nevndir í Føroyum og Keypmannahavn. Lokalu nevndirnar gera tað gjørligt hjá felagnum í størri mun at vera til staðar, har limirnir búgva og lesa.

Keypmannahavn-nevndin

Keypmannahavn er størsti miðdepilin fyri føroysk lesandi uttanlands, og Keypmannhavnarnevndin er tískil eisini størsta nevndin. Nevndin er komin ístaðin fyri upprunaligu Trivnaðarnevndina, ið skipaði fyri ymiskum tiltøkum í Keypmannahavn. Keypmannahavnarnevndin ber stolt stafettina víðari og skipar fyri tiløkum av fakligum, politiskum og mentanarligum slag.

 

Í nevndini fyri Keypmannahavn sita:

Katrin Fríða Jógvansdóttir, forkvinna

Elsa Jónsdóttir Johansen, næstforkvinna

Emil Biskupstø, kassameistari

Brim H. Hoydal, skrivari

Bjørg Josephsen

Borgný S. Hansen

Eirikur Sanderson

Elin Sofía V. á Tjaldrafløtti

Eva H. Aanesen

Guðrun Durhuus

Guðrun Jacobsen

Helena Fríða Jørmundsson

Kristianna Dal Christiansen

Lív Egilsdóttir Olsen

Margreta Petersen

Poula Lassen

Ragnhild í Haraldsstovu

Torstein J. Fríðfinsson

Tummas J. Danielsen

Silja Joensen

Vár E. Broca

 

 

Føroyanevndin

Føroyanevndin er eygu, oyru og muður hjá MFS í hjartanum í føroyska vitanarsamfelagnum á Setrinum. Nevndin hevur sín kjarna á og rundan um Setrið og virkar fyri at betra trivnaðin hjá lesandi í Føroyum við miðvíst at varpa ljós á lestrarviðurskiftir í Føroyum. Ein stórur partur av arbeiðnum verður lagdur í at skipa fyri viðkomandi lestrartiltøkum til lesandi.

 

Í Føroyanevndini sita:

Hervør Pálsdóttir, forkvinna

Barbara Gaardlykke Apol, næstforkvinna

Gunnhild Persson, skrivari

Rannvá Baniastovu, kassameistari

Bárður Clementsen, miðlaábyrd

Linda Klein

Regin Ejdisgaard

Sára Sondum