Nevndirnar í MFS

Umframt at MFS hevur eitt yvirskipað ráð, so hevur felagið eisini nevndir, ið virka undir ráðnum. Nevndirnar eru landafrøðiliga avmarkaðar eindir, meðan Ráðið er óheft av landafrøðiligari staðseting. Í løtuni hevur MFS mannað nevndir í Aalborg og Keypmannahavn. Lokalu nevndirnar gera tað gjørligt hjá felagnum í størri mun at vera til staðar, har limirnir búgva og lesa.

Keypmannahavnarnevndin

Keypmannahavn er størsti miðdepilin fyri føroysk lesandi uttanlands, og Keypmannhavnarnevndin er tískil eisini størsta nevndin. Nevndin er komin ístaðin fyri upprunaligu Trivnaðarnevndina, ið skipaði fyri ymiskum tiltøkum í Keypmannahavn. Keypmannahavnarnevndin ber stolt stafettina víðari og skipar fyri tiløkum av fakligum, politiskum og mentanarligum slag.

 

Í nevndini fyri Keypmannahavn sita:

Turið Jónleyg Johannesen, forkvinna

Erika Høgnadóttir, næstforkvinna

Tummas J Danielsen, kassameistari

Elin D Carlsson, skrivari

Brim Hildardóttir Hoydal, skrivari

Hans Andrias Gregoriussen

Borgný Súsonnudóttir Hansen

Torbjørn Mikkelsen

Bergtóra Jensdóttir

Noomi Michelsen

Eva Hjelm Aanesen

Elsa Jónsdóttir Johansen

Christine Reinhardt

Aalborgnevndin

Aalborg hevur seinastu árini ment seg við rúkandi ferð sum lestrarbýur, og kappast eftirhondini við bæði Keypmannahavn og Aarhus um tey lesandi. Fleiri og fleiri føroyingar velja eisini at fara undir hægri lestur í Aalborg, og tað var tí heilt natúrligt, at MFS 29. oktober 2018 setti á stovn nevnd í norðurjútska høvuðsstaðnum.

 

Í nevndini fyri Aalborg sita:

Elsubet Vidtfeldt, forkvinna

Edit Fríðheim, næstforkvinna

Ingi K. Midjord, skrivari

Finnur Beder, kassameistari

Tór Marni Weihe

Ári Lava Olsen

Renata Jensen

Jóna Mohr Højsted

Annika Mikkelsen

Ingigerð D. Tróndheim

Tóta Eilersdóttir Langgaard

Kristina Eliasen

Marianna Beder