Markleys Útbúgving


Vitan og útbúgving kenna ikki til landamørk

Markleys Útbúgving er eitt upplýsingarátak ætlað fráfaringarflokkunum í miðnámsskúlunum. MFS samstarvar við Altjóða Skrivstovuni (ASK), Setrið, Lestrarvegleiðarafelagið og BankNordik um at geva miðnámsnæmingum eitt gott grundarlag at velja sína víðari útbúgving. Við at upplýsa um nógvu valmøguleikarnar, fáa miðnámsnæmingarnir inspiratión og betri vitan, um ta stóru lestraravgerðina.

Tiltakið bjóðar felags fyrilestrar, og møguleiki verður eisini fyri at tosa við vegleiðarar og lesandi á hægri útbúgvingarstovnum í serligum básum. Í básunum verða umboð frá føroyskum útbúgvingarstovnum, umboð úr norðurlondunum og øðrum londum í og uttan fyri Europa. Talan verður um bæði føroyskar og útlendskar vegleiðarar. Harumframt luttaka føroysk núverandi og fyrrverandi lesandi at geva góð ráð til framtíðarlesandi.

MFS luttekur við egnum bási. Vit gleða okkum at práta við teg um títt dreymalestrarlív.

Um kvøldið verður eitt líknandi alment tiltak fyri tey, sum longu eru farin úr miðnámsskúla. Miðað verður eftir einum sindur eldri aldursbólki, tó er endamálið varðveit. At geva framtíðarlesandi ein góðan gróðrarbotn til førleikamenning, har vit skapa eitt gott yvirlit yvir lestrarmøguleikarnar og geva góð ráð til lestrarlívið.


Myndir frá Markleysari Útbúgving