JobMatch


Um JobMatch

Endamálið við Jobmatch er at gera tað lættari hjá útisetum & lesandi í Føroyum umframt føroyskum fyritøkum & stovnum at koma í samband við hvønn annan. Á stevnuni fáa útisetar og lesandi í Føroyum sostat eitt yvirlit yvir teir møguleikar, tað føroyska vinnulívið hevur at bjóða. Hetta skal føra við sær, at okkara vitanartilfeingi heldur tað vera áhugavert at virka og búgva í føroyum, og hervið vera við til at skapa framhaldandi vøkstur og menning av føroyska samfelagnum.

Ætlanin er, at hetta millum annað skal gerast við at ‘matcha’ tann tørv, ið fyritøkurnar og stovnar hava, við tann førleika útisetarnir hava. Hugskotið er tískil at skipa fyri eini starvstevnu, har ið føroyskar fyritøkur og stovnar hava møguleika at marknaðarføra seg yvirfyri útisetunum og lesandi í Føroyum.

Tað eru Tórshavnar kommuna, Vinnuhúsið, Ask og MFS sum fyriskipa Jobmatch. Tórshavnar kommuna, Atlantic Airways og BankNordik stuðla tiltakinum.