Hvat er MFS?


Ráðið í MFS 2015-2016

Ráðið í MFS 2015-2016

MFS er myndað av lesandi, ið arbeiða miðvíst fyri at troka á, prika til og gera vart við viðurskiftir, ið á ein hvønn hátt ávirka tey lesandi. Í eina hálva øld hevur MFS arbeitt fyri tey lesandi, og hevur felagið tískil drúgvar royndir í at ganga á odda, tá ið átøk verða framd, og uppskot løgd fram.

Í altjóða høpi er MFS viðurkent sum felag á jøvnum føti við eitt nú onnur norðurlendsk studentafeløg og altjóða studentafelagsskapir. MFS er sostatt viðurkent samráðingarumboð við føroysku myndugleikarnar, og verður felagið tikið við upp á ráð, tá lestrarviðurskiftir verða viðgjørd.


Stýrisskipan

Ráðið verður sambært reglugerðum felagsins valt á ársaðalfundi, og kann í mesta lagi verða sett saman av 11 ráðslimum. Ráðið skipar seg á aðalfundinum við formanni, næstformanni, skrivara og kassameistara. Ráðið er hægsti myndugleiki MFS og virkar sum savningardepil fyri virksemi í nevndunum.

Undir ráðnum virka nevndirnar, sum arbeiða við lestrarviðkomandi málum í rættiliga breiðum týdningi. Einki mark er fyri, hvørjar ella hvussu nógvar nevndir kunnu virka undir ráðnum, men kravið er, at ein ráðslimur skal virka sum formaður í hvørjari einstakari nevnd. Øll lesandi eru hjartaliga vælkomin í nevndirnar. Les um nevndirnar her.


SAMAN STANDA VIT STERKARI – IKKI BERT EIN PAROLA

Limir felagsins eru føroysk lesandi í Føroyum og úti í heimi. MFS hevur nevndir í Aberdeen, Føroyum og Keypmannahavn umframt limir kring heimin, ið eru óheftir av geografiskt avmarkaðu nevndunum. MFS leggur nógva orku í at tryggja eitt gott samskifti við tey lesandi uttan mun til hvar í heiminum, tey eru stødd. Góða samskiftið er lykilin til tætta samstarvið við limir og lokalar nevndir, ið tryggjar, at MFS er har, tey lesandi eru. Á henda hátt røkir felagið betur áhugamálini hjá teimum lesandi – saman við teimum lesandi.

HJARTABLÓÐ HELDUR ENN HJARTAMÁL

MFS leggur seg eftir at viðgera øll mál, ið á ein hvønn hátt er viðkomandi fyri tey lesandi. Tey lesandi eru ikki bert eitt hjartamál millum onnur. Tey lesandi eru hjartablóðið hjá felagnum. Tey lesandi eru sálin og drívmegin, og tekur MFS tí altíð nýggj mál til viðgerar umframt at leita fram nýggjar vinklar til gomul mál, ið á ein hvønn hátt kunnu betrast til fyrimun fyri tey lesandi. MFS hevur eina játtan á føroysku fíggjarlógini, sum ger virksemi felagsins møguligt.