Flogvit
Flogvit er ein fíggjarligur stuðul, ið MFS letur lesandi í teirra lestri. Endamálið við Flogvit er at stuðla ferðing í samband við innsavnan av tilfari til uppgávur, ið snúgva seg um føroysk viðurskifti.
Flogvit er nýggja heitið fyri stuðulin. Áður kom stuðulin úr GFSL, ið var stytting fyri Grunnurin Fyri Styttri Lestrarferðir.
Talan er um eitt amboð hjá MFS at stuðla lesandi í teirra lestri. Endamálið við Flogvit er at stuðla ferðing í samband við innsavnan av tilfari til uppgávur, ið snúgva seg um føroysk viðurskifti. Tað merkir við øðrum orðum, at MFS-limir kunnu fáa ískoyti til lestrarviðkomandi ferðing frá MFS.
Tað er Ráðið, ið hevur viðgerðina av umsóknum um hendi, og metir Ráðið í hvørjum einstøkum føri um, hvørt galdandi krøv verða lokin. Fyri at fáa játtað stuðul er m.a. neyðugt at lata MFS avrit av uppgávuni, ið er gjørd í samband við ferðina ella í øðrum føri grein til bløðini hjá MFS. Eisini skal váttan frá lærustovninum um, at ferðin er partur av uppgávuskrivingini, latast felagnum. Les annars meira um krøv í samband við umsóknina í reglugerðini fyri Flogvit her á síðuni.
Freistir at søkja
Flogvit verður játtað tvær ferðir um ári, á vári og á heysti. Freistir at søkja eru 1. apríl og 1. oktober á hvørjum ári.
Ferðing, sum stuðul verður søktur til, skal vera farin fram í tí tíðarskeiðinum, sum søkt verður til. Verður t.d. søkt 1. oktober skal ferðin vera farin fram í tíðarskeiðinum mei-september sama ár.
Treytir fyri at fáa stuðulin:
Grein 1
Endamálið við ferðini er at stuðla ferðing í samband við innsavnan av tilfari til uppgávur, ið snúgva seg um føroysk viðurskifti.
Grein 2
Ráðið hjá Meginfelag Føroyska Studenta (MFS) hevur viðgerðina um hendi. Innkomnar um umsóknir verða viðgjørdar á fyrsta nevndarfundi eftir 1. Apríl og 1. Oktober.
Grein 3
Roknskapurin hjá grunninum er serstakur partur av roknskapinum hjá MFS.
Grein 4
Umsøkjarin skal lata inn umsóknarblað, ið fæst frá MFS. Á umsóknarblaðnum skal upplýsast um:
* Navn og bústað.
* Hvagar gekk ferðin.
* Endamálið við ferðini.
Harumframt skal fyriliggja:
* Ferðaseðlar ella váttan um hesar.
* Avrit av uppgávu ella annað, ið var gjørt í samband við ferðina, til dømis grein um evni, ið kann latast Fjølni.
* Váttan frá lærustovni um, at ferðin er liður í útbúgving umsøkjarans.
Grein 5
Fyri at stuðul skal gevast, skulu – umframt treytirnar í grein 4 – hesar treytir verða uppfyltar:
* Umsøkjarin skal vera limur í MFS.
* Umsøkjarin hevur ikki fingið Flogvit stuðul áður í sama ári.
Grein 5, stk. 2
MFS metir í hvørjum einstøkum føri, um tað er fíggjarliga ráðiligt, at lata stuðul.
Grein 6
Stuðul verður bert givin fyri ferðaútreiðslur. Áljóðandi virði er av ráðnum sett til 1500 kr. fyri hvønn umsøkjara.
Eru ferðaútreiðslurnar minni enn áljóðandi virði, verður stuðulin givin, svarandi til ferðaútreiðslurnar.
Grein 7
Uppgávan verður latin uppgávusavninum hjá MFS og Landsbókasavninum, har hon verður skrásett og kann lænast.
Eru so mikið av upplýsingum givnir í trúnað, at uppgávan missir sítt innihald, og sostatt ikki kann brúkast, skal hetta váttast av læristovninum. Annað tilfar skal tí latast, sí grein 4 e).