Hug at mingla?

Hug at mingla?

MFS er allastaðni. Vit eru í Føroyum, í Danmørk, Aberdeen og í Íslandi. Um tú hevur hug at gerast virkin í MFS er bara at siga okkum frá. Til ber at skriva til okkum her.
Tiltøk

Tiltøk

MFS skipar fyri nógvum ymiskum tiltøkum. Eisini eru vit við á Pisudøgunum og skipa nú fyri stóra tiltakinum VITAN2011.
Online, allastaðni

Online, allastaðni

Minnist til at vit eru online allastaðni. Vit eru á Facebook her, vit hava okkara sjónbond á YouTube, myndirnar hava vit á Flickr og so eru vit eisini á Twitter.

TILTAKIÐ Á FACEBOOK

 

30. apríl 2012 skipar MFS fyri snarskeiði í at skriva CV og starvsumsóknir í hølunum hjá Østrøm á Skálatrøð. Undirvísari er Bergtóra Høgnadóttir, ið arbeiðir sum kveikjari hjá Arbeiðsloysisskipanini.

Nú summarið er í hondum, og tú fert at søkja summarstarv, fært tú ein gyltan møguleika at betra um førleikan at skriva CV og starvsumsóknir, so arbeiðsgevarin kanska velur júst teg til starvið.

Um tú vilt hava dreyma summarstarvið, burdi tú sett tær tíð av til at vera hjá Østrøm mánadagin 30. apríl millum kl. 16 og 17.

Skeiðið er ætlað lesandi á Setrinum, men onnur eru eisini vælkomin at luttaka.

 

Uttanríksiráðnum tørvar starvslesandi til sendistovur okkara í Brússel og Reykjavík.

Nú stundar til, at sendistovurnar taka inn starvslesandi til seinnu hálvu í 2012.

Í hesum umfari taka sendistovurnar í Brússel og Reykjavík ímóti starvslesandi, og freistin at søkja er týsdagin 1. mai 2012.

At vera starvslesandi á okkara sendistovum gevur tær eina góða lívsroynd, og fyri sendistovuna ert tú ein virðismikil arbeiðsmegi.

Seinastu árini hava fleiri starvslesandi verið á sendistovum okkara.

Soleiðis lýsa trý teirra tíðina sum starvslesandi:

“Eg søkti um at gerast starvslesandi á sendistovu Føroya í Evropasamveldinum á heysti 2009, tí at eg droymdi um at hyggja upp úr bókunum eina løtu og royna mína vitan í praksis. Eg hevði tó ikki væntað at fara hagani so nógv ríkari í minnum og royndum, sum eg var eftir fimm mánaðum í Brússel… Brússel er sanniliga hjartað, ið bukar blóðið út í allar evropeiskar æðrar – og tad merkist… Hevur tú eisini hug at víðka tín sjónarring, og hevur tú hug at fáa innlit í føroysk og evropeisk viðurskifti? So bíða tær seks ógloymandi mánaðir í Brússel.”
- Elisabeth F. Rasmussen, fyrrverandi starvslesandi í sendistovu Føroya í Evropasamveldinum

”Eg fari altíð at minnast við gleði aftur á tíðina, eg var í starvsvenjing í uttanríkistænastuni í Reykjavík. Í hjartanum á býnum virkar sendistovan sum eitt bindilið millum grannalondini Føroyar og Ísland… Gjøgnum arbeiðið á sendistovuni havi eg fingið gott innlit í íslendsk viðurskifti – alt frá fólki og mentan til politikk og stjórnarskipan… Starvsvenjingin hevur ment meg á ein øðrvísi hátt, enn bert lesturin hevði gjørt. Eg eri til reiðar at møta teimum avbjóðingum, ið arbeiðsmarknaðurin hevur at bjóða”.
-Sóley Heradóttir Hammer, fyrrverandi starvslesandi á Sendistovu Føroya í Reykjavík

“Um ein er áhugaður í mentan, politikki ella vinnu, so eru sendistovurnar hjá Uttanríkistænastuni kanska tann besta starvsvenjingin, ein kann hava… Eg eri sum starvsnæmingur sloppin at arbeiða sjálvstøðugt við einari verkætlan innan mítt fak (leiklist og film) umframt at gera alt møguligt fjølbroytt og spennandi arbeiði… Eg havi bert gott at bera hesari starvsvenjingini, og eg veit longu nú at siga, at eg fari at hyggja aftur á hesar 6 mánaðarnar sum nakrar av teimum mest spennandi, avbjóðandi, gevandi og stuttligastu í mínum lívið.”
-Jákup Dahl, fyrrverandi starvslesandi á sendistovu Føroya í London

Les meira um at gerast starvslesandi í uttanríkistænastuni á: http://www.mfa.fo/Default.aspx?ID=6586

 

Løgtingskvinnan Bjørt Samuelsen hevur júst framsett hesar spurningar til landstýrismannin Johan Dahl:

Hvørjar ætlanir hevur landsstýrið um at geva nýútbúnum møguleikan fyri at sleppa í Arbeiðsloysisskipanina?Hvønn týdning metir landsstýrið, at hetta hevði havt fyri ávíkavist fólkatilflyting og fólkafráflyting í Føroyum?Hvørji tiltøk ætlar landsstýrið at seta í verk til tess at betra um møguleikarnar hjá nýútbúnum at støðast og at flyta til Føroya?

Í viðmerkingunum vísir Bjørt Samuelsen á, at MFS og Granskingardepilin fyri Økismenning hava víst á hendan møguleika. Sjá annars Torsportal.fo

MFS fer at viðgera hetta evni hóskvøldið 19.apríl kl 19, har Johan Dahl og Ernst Jacobsen fyri Als fara at viðgera hetta mál. Tiltakið verður í Østrøms fabrikk í Tórshavn.