UM OKKUM
MFS er myndað av lesandi, ið arbeiða miðvíst fyri at troka á, prika til og gera vart við viðurskiftir, ið á ein hvønn hátt ávirka tey lesandi. Í eina hálva øld hevur MFS arbeitt fyri tey lesandi, og hevur felagið tískil drúgvar royndir í at ganga á odda, tá ið átøk verða framd, og uppskot løgd fram.
Í altjóða høpi er MFS viðurkent sum felag á jøvnum føti við eitt nú onnur norðurlendsk studentafeløg og altjóða studentafelagsskapir. MFS er sostatt viðurkent samráðingarumboð við føroysku myndugleikarnar, og verður felagið tikið við upp á ráð, tá lestrarviðurskiftir verða viðgjørd.
HJARTABLÓÐ HELDUR ENN HJARTAMÁL
MFS leggur seg eftir at viðgera øll mál, ið á ein hvønn hátt eru viðkomandi fyri tey lesandi. Tey lesandi eru ikki bert eitt hjartamál millum onnur. Tey lesandi eru hjartablóðið hjá felagnum. Tey lesandi eru sálin og drívmegin, og tekur MFS tí altíð nýggj mál til viðgerar umframt at leita fram nýggjar vinklar til gomul mál, ið á ein hvønn hátt kunnu betrast til fyrimun fyri tey lesandi. MFS hevur eina játtan á føroysku fíggjarlógini, sum ger virksemi felagsins møguligt.
Hví skal eg koma við í MFS?
Í MFS er tað møguligt hjá tær at fáa drúgvar royndir innan alt frá at skipa fyri tiltøkum, skriva lesarabrøv, vera blaðstjóri osfr. Tú kemur í samband við onnur lesandi, sum hava somu áhugamál sum tú, og sum kunnu koma við einum ískoyti, tá ið tú hevur eitt hugskot. MFS er ein sera mennandi felagsskapur, sum kann hjálpa tær við at menna teg sum persón og sum lesandi.
“Kom við! Tú kanst gera mun!” Hetta eru ofta orð, sum tú hoyrir frá fólki, tá ið tey vilja hava teg at at gerast partur av einum felagsskapi, men hetta er veruliga nakað, sum passar í MFS. Her gera vit øll mun. Eingin kann ella vil forða tær, um tú hevur eitt ynski um eitthvørt.